Bygdarfelagið Báran er stovnað 04.12.1990.
Vit fáa ofta spurningin.:
Hví byggir Báran ikki?
Bygdarfelagið fekk grundstykkið í 1991, sunnast í bygdini.
Men felagið/nevndin metti at best var at byggja uttanfyri bygdina, tí so vóru betur møguleikar til p-øki, og um so er at neyðugt er við útbygging í framtíðini. Felagið fekk so lyfti um at fáa annað býtisøkið uppi við tunnilsvegin.
Alt gekk gott, ongin klagað kom inn, allir mynduleikar góðkendu ætlanina, so sum, Landsverk, friðingarnevndin og aðrir mynduleikar.
Men Innlendismálaráðið góðkendi ikki øki til Bygdarhúsið, og er tað har málið liggur í løtuni, tí ikki ber til at byggja eitt hús uttan eitt grundstykkið, og byggiloyvið.
So tað stutta av tí langa er at felagið bíðar framvegis at fáa økið til Bygdarhúsið, sum vónandi kemur uppá pláss innan nærmastu framtíð. Teknað hevur, Sverri Michalsen, byggifrøðingur. Vit vóna at øll tey sum lesa hetta, nú vita at Báran ikki hevur kunna bygt, tí felagið framvegis bíðar at fáa hesi omanfyri nevndu uppá pláss.
Tá Innlendismálaráðið hevur góðkent økisásetingina, og Kommunan hevur útskrivað byggiloyvið, so fer málið víðari, fyrst til LV sum skal gjøgnumganga ætlanina, og tá LV hevur gjørt sítt arbeiði, so skal MMR hava ætlanina til viðgerðar.
So ikki kann sigast annað enn hetta er ein sera, sera long prosess.
Dagf.: 01 okt. 2006
Nú hevur Bygdarfelagið fingið grundstykkið, sum felagið hevur bíða eftir í 12 ár, matr. nr. 88b. Og eisini er byggiloyvið fingið til Bygdarhúsið. So nú liggur málið hjá MMR.
Mars 2007:
Vit skuldu til at byrja planeringina, loyvi sum var fingið til íbinding frá Landsverk til hetta á sinnið,
í loyvinum stóð, at felagið skuldu gera eina fráboðan til LV áðren byrja bleiv, og hetta
gjørdi felagið sjálvandi eisini.
Avgjørt bleiv, at felagið og LV skuldu taka ein ástaðarfund á økinum, og har bleiv ein greið
niðurstøða gjørd frá LV, at ikki bleiv givið loyvið til hetta nú, tí at tann nýggji tunnilin til
Árnafjarðar kom at koma út, ov tætt uppat grundøkinum.
Stutt eftir hetta kom so skriv frá LV, um at hetta bleiv steðga, og heitti LV á felagið, um at
finna annað øki eystanfyri tunnilsvegin, og tað er hetta arbeiði sum so bleiv gjørt, og tað
tekur aftur langa tíð, tí nú skal alt ígjøgnum mynduleikarnir aftur, so sum Kommununa og Búnaðarstovuna,
og felagið fær ikki gjørt annað, enn at geva tol, og bíða til øll hesi viðurskiftið koma uppá pláss.