Ársaðalfundur felagsins í neystinum.

Tann 22.11.2017 kl. 19:30.

Skrá samb. lógum felagsins.

Nevndin

Grannskoðari hjá felagnum:

Búðskaparstovan Sp/f

Reg. Revisor

Business-line

FO-700 Klaksvík

 

 

 

 

 

 

 

 

Árnafjørður er ein tann elsta bygdin í Norðuroyggjum, hetta er sjón fyri søgn, tí tann gamli Tingstaðurin er uppí á Køtlum, í Árnafirði.

Árnafjørður er uppí Klaksvíkar Kommunu, og tað hevur bygdin eisini altíð veri líka síðani at hendan Kommunan kom at virka í 1908.

 

Árnafjørður hevur tó ikki havt nógva umboðan í Kommununi, frá 1924-1932, var umboð búðsitandi í Árnafirði, valt  í Bygdar-ráðið í Klaksvík sum tað tá var nevnt, og í 2004, kom loksins umboð búðsitandi í Árnafirði aftur inn í býraði, eftir heili 72 ár.

 

1924-1932 Sat Guttorm Olsen í Kommununi.

2004 Bleiv Atli S.Justinussen, valdur inn í Býraði.

 

Tó skal nevnast at bygdin fekk í 2000 eina nevnd, sum nevnist Árnafjarðarnevndin, har 3 limir vera valdir sum umboð fyri bygdina, og Borgarstjórin er fastur formaður í nevndini, og so situr eitt umboð fyri minnilutan í nevndin.

 

Í 2000 vóru hesi umboð vald í Árnafjarðarnevndina.:

 

Tormóður M.Árnatón

Atli S.Justinussen

Sigrid Jógvansdóttir

Steinbjørn O.Jacobsen, Borgarstjórið

Kristian Fr.Olsen.

 

Eykalimir fyri Árnafjørð

Theodor A.Olsen

Jóna S.Joensen

David Hansen

 

Í 2004 vóru hesi umboð vald í Árnafjarðarnevndina.:

 

Tormóður M.Árnatón

Jóna S.Joensen

Niclas F.Justinussen

Steinbjørn O.Jacobsen, Borgarstjórið

Kristian Eli Zachariassen

 

Eykalimir fyri Árnafjørð.:

Theodor A.Olsen

Olivar J.Olsen

Jákup Hansen

 

Í Árnafirði hevur nógv virksemi veri í nógv ár, við einum flakavirkið, sum var eitt av teimum fáu sum hóraði undan í kreppuni, og har hava uml. 20-25 fólk veri knýtt at virkinum, og eisini hava 2 alibrúk veri í bygdini, nevnast kann at alibrúkini á Árnafjarðavík, vóru av teimum fáu aliøkinum sum ikki blivu rakt av ILA, men tíverri er onki virksemi á hesum arbeiðsplássum í løtuni, vónandi kemur tað skjótt gongd á aftur hesi bæði arbeiðspláss.

Annars eru tað onkrar smærri fyritøkur í bygdini.