Árnafjørður er ein tann elsta bygdin í Norðuroyggjum, hetta er sjón fyri søgn, tí tann gamli Tingstaðurin er uppí á Køtlum, í Árnafirði.
Árnafjørður er uppí Klaksvíkar Kommunu, og tað hevur bygdin eisini altíð veri líka síðani at hendan Kommunan kom at virka í 1908.
Árnafjørður hevur tó ikki havt nógva umboðan í Kommununi, frá 1924-1932, var umboð búðsitandi í Árnafirði, valt í Bygdar-ráðið í Klaksvík sum tað tá var nevnt, og í 2004, kom loksins umboð búðsitandi í Árnafirði aftur inn í býraði, eftir heili 72 ár.
1924-1932 Sat Guttorm Olsen í Kommununi.
2004 Bleiv Atli S.Justinussen, valdur inn í Býraði.
Tó skal nevnast at bygdin fekk í 2000 eina nevnd, sum nevnist Árnafjarðarnevndin, har 3 limir vera valdir sum umboð fyri bygdina, og Borgarstjórin er fastur formaður í nevndini, og so situr eitt umboð fyri minnilutan í nevndin.
Í 2000 vóru hesi umboð vald í Árnafjarðarnevndina.:
Tormóður M.Árnatón
Atli S.Justinussen
Sigrid Jógvansdóttir
Steinbjørn O.Jacobsen, Borgarstjórið
Kristian Fr.Olsen.
Eykalimir fyri Árnafjørð
Theodor A.Olsen
Jóna S.Joensen
David Hansen
Í 2004 vóru hesi umboð vald í Árnafjarðarnevndina.:
Tormóður M.Árnatón
Jóna S.Joensen
Niclas F.Justinussen
Steinbjørn O.Jacobsen, Borgarstjórið
Kristian Eli Zachariassen
Eykalimir fyri Árnafjørð.:
Theodor A.Olsen
Olivar J.Olsen
Jákup Hansen
Í Árnafirði hevur nógv virksemi veri í nógv ár, við einum flakavirkið, sum var eitt av teimum fáu sum hóraði undan í kreppuni, og har hava uml. 20-25 fólk veri knýtt at virkinum, og eisini hava 2 alibrúk veri í bygdini, nevnast kann at alibrúkini á Árnafjarðavík, vóru av teimum fáu aliøkinum sum ikki blivu rakt av ILA, men tíverri er onki virksemi á hesum arbeiðsplássum í løtuni, vónandi kemur tað skjótt gongd á aftur hesi bæði arbeiðspláss.
Annars eru tað onkrar smærri fyritøkur í bygdini.